Sansir og rørslumenning
Primitiv refleks
Munnrørsla
BarnaMassasja
Hevur tú eitt barn, sum hevur avbjóðingar við sansum og rørslumenning, kann ergoterapi møguliga hjálpa. Eitt barn við slíkum trupulleikum hevur ofta avbjóðingar í gerandisdegnum. T.d. kann barnið føla, at ávís klæði eru til ampa, tað kann hava trupult við at finna ró/sova, tað kann hava motoriskt órógv, og tað kann hava trupulleikar við at hugsavna seg.
Við at kanna motorisku menningina og sansirnar hjá
barninum ber til at finna útav, hvussu vit á bestan hátt kunnu hjálpa barninum
við avbjóðingunum. Kanningin og viðgerðin taka støði í spæli og ítrivi.
Primitiv Refleks er grundarlagi fyri menning av nervalagnum, og er tí avgerandi fyri, hvussu barni kann handfara ymisk sansaárin, so sum, tað at føla, lukta, síggja, hoyra, osfr. Væl útviklaði primitiv refleks, er við til at verja nervalagi hjá barninum, so tað ikki verður yvurstimbra ella stressa.
Kom og lær ymiskar massasju háttir, ið eru við til at geva ró, vælveru og nærveru millum teg og barn títt.
Eg bjóði bæði
undirvísing í klinikkini og koyri eisini út, um áhugi er fyri tí.
Heiðavegur 32, ovara hædd
FO-600 Saltangará
Mán – Frí: 8:00 – 16:00
AnnaLamhauge@gmail.com