ErgoCare​   

Um okkum

Søga:
ErgoCare varð stovna í 2021 og hevur frá fyrsta degi bjóða viðgerð á stovnum, barnagørðum og skúlum fyri at lætta um gerandisdagin hjá børn og foreldrum. 

Í 2022 opnaðu vit eina klinikk í Runavík, har vit lættari kundu skapa røttu rammurnar fyri børnini, og tryggja okkum, at vit altíð hava røttu útgerð um hendi. Í Runavík hava vit millum annað klatriveggi, rullubrettir, banar, trampolin, hangikoyggju, kúlubað, sansamotorisk spøl og mangt annað. Annað rúmið er stórt og verður brúkt til fysiskt krevjandi øvilsir, og hitt er minnið, dempað, og verður brúkt til børn, sum hava brúk fyri at samla seg.


Arbeiðsroyndir:
Í ErgoCare hava vit arbeiðsroyndir frá sjúkrahúsverkinum, kommunalum tilboðum og innanfyri barnaergoterapi.

Vit eru útbúgvnir ergoterapuetar og hava eftir lokna útbúgving tikið fleiri skeið fyri økja um okkara vitanarstøði. 
Vit hava millum annað tikið skeið innanfyri:

Kostnaður:
Kostnaðurin fyri viðgerð og kanning fylgir sáttmálanum við Heilsutrygd. Um ávísing frá læknanum fyriliggur, rindar Heilsutrygd 50% av kostnaðinum.
Um barnið hevur staðfesta sjúku, rindar Almannaverkið tey resterandi 50%.

Foreldur, ið eru fýggjarligani sperd, kunnu søkja tað almenna um stuðul.

OBS!! Tikið verður fyri manglandi uppmøting ella avboð, ið koma aftaná kl 16.00 dagin fyri.