'Fear Paralysis Reflex' er tað fyrsta
refleksið, og tað verður ment í fosturmenningarstigi. FPR verður í 12. viku
partur av mororefleksinum.
Um FPR ikki verður partur av mororefleksinum, er tað
sannlíkt, at mororefleksin verður verandi aktiv.
Fremsta endamálið
hjá FPR er at verja mammuna og tað ófødda barnið móti vanda og stressandi
støðum í viðgongutíðini.
FPR er tað fyrsta
refleksið og leggur støði undir eftirfylgjandi refleks.
Nøkur tekin, sum kunnu síggjast hjá einum pinkubarni við aktivum FPR:
Hjá
pinkubørnum er mororefleks eitt yvirlivilsisrefleks. Refleksið tryggjar, at
pinkubørn natúrliga og uttan drálan koyrir armarnar út í somu løtu, sum heilin
varnast eitt fall ella annað, sum kann ávirka javnvágina.
Refleksið kann
setast í gongd av brádligum rørslum, hørðum ljóði, ljósglampi ella líknandi.
Mororefleksið
er knýtt at øllum sansum á ein ella annan hátt. Børn við sensoriskum
avbjóðingum ella Sensory Processing Disorders (SPD) hava ofta eitt varðveitt
mororefleks, tí tað er so tætt knýtt saman við sansunum.
Refleksið er aktivt
frá føðing og verður integrerað, tá
barnið er uml. 4 mánaðir.
Nøkur tekin, sum
kunnu síggjast hjá børnum við aktivum mororefleksi:
Nøkur tekin, sum kunnu síggjast hjá børnum við aktivum TLR:
Hetta umráðandi refleksið
hjálpir barninum við samskipan og javnvág, tá barnið skal læra at aka og grulva.
Refleksið fer í gongd, tá onnur síðan av rygginum verður sansaávirkað.
Spinal galant er eisini
tað refleks, sum stýrir bløðruni. Hevur tú eitt barn, ella arbeiðir tú við
einum barni, sum ikki klárar at halda vatninum, og sum pissar í song og er
eldri enn 5 ár, so kann hetta stava frá einum aktivum spinal galanti.
Spinal galant refleksið kann vísa seg við bert
at vera aktivt í aðru síðuni. Hetta kann ávirka kropsburð og rørslu.
Refleksið er liðugt ment, tá barnið er føtt, og verður vanligani integrerað, tá barnið er umleið 9
mánaðir.
Nøkur tekin, sum kunnu síggjast hjá børnum við aktivum spinal galant refleksi:
ATNR verður integrerað, tá pinkubarnið er uml.
6 mánaðir. Er refleksið framvegis til staðar eftir hetta, kann tað órógva rættiliga
nógvar førleikar, t.d. eygna-hondsamskipan, av tí at refleksið verður stimbrað,
tá høvdið snarar sær.
Tá nýfødda barnið liggur
á búkinum, hjálpir refleksið pinkubarninum við at anda. Tá høvdið verður snarað
til aðru síðuna, tryggjar hetta, at frítt er at anda. Um barnið ikki hevur
integrerað ANTR, tá tað er uml. 6 mánaðir, kann tað vera torført hjá pinkubarninum
at venda sær frá bakinum til búkin.
Nøkur tekin, sum kunnu síggjast hjá børnum við aktivum ATNR:
STNR verður ment umleið 6
mánaðir eftir føðing og eigur at verða integrerað millum 9 og 12 mánaðir eftir føðing.
Hetta refleks ger, at børn kunnu reisa seg frá gólvinum og byrja at grulva við
at skilja millum ovasta og niðasta part av kroppinum.
Refleksmynstrið hevur
tvær stórar rørslur, sum koma fyri, tá barnið er á hondum og knøum. Tá barnið boyggir høvdið, boyggjast armarnir, og beinini verða bein. Tá barnið hinvegin lyftir
høvdið upp, verða armarnir beinir og beinini boygd.
Hetta stokkuta refleks
hjálpir pinkubarninum at koma í røttu grulvustøðu. Um refleksið verður verandi
aktivt, fer barnið ikki at grulva vanligt, men fer heldur at “grulva sum ein
bjørn”, aka eftir dintlinum ella loypur grulvingina um og fer beint at ganga.
Tá barnið akar og grulvar,
er tað serliga sjónin, ið verður ment. Tá barnið akar og grulvar, mennir tað
førleikarnar hjá eygunum at fokusera nær og fjar og at hyggja tvørtur um
miðlinjuna, umframt at eygna-hondsamskipan verður ment og vand
Nøkur tekin, sum kunnu síggjast hjá børnum við aktivum STNR: