OPT er ein kanningar- og
viðgerðarháttur, sum leggur dent á, hvussu kjálki, varrar og tunga verða
plaserað í og rundan um munnin, meðan etið og tosað verður.
Samstundis er hetta ein
viðgerðarháttur, sum bøtir um nógvar aðrar trupulleikar, sum hava samband við
munnmotorikkin.
Í ErgoCare, verður OPT nýtt til bæði børn og vaksin, ið hava etingar- og drekkitrupulleikar, sum sleva, og sum hava úttalutrupulleikar, osfr.
OMFT er ein umráðandi partur av viðgerðini av strømmum tungubandi, serligani hjá eldri børnum og vaksnum.
Nógv, ið hava eitt ov stramt tunguband, skúgva tunguna framm í munnin, ístaðin fyrir at koyra tunguna uppundir góman. Úrslitið av hesum kann vera yvir- ella undirbit, dýpdarbit og skeivar tenn.
OMFT er ein munnmotorisk venjing, ið hjálpir við at endurbyggja styrkina hjá tunguni og gevur rætta tungulegu, tá viðkomandi hvílur, andar, tyggjur og svølgjur.
OMFT-venjingar eru bæði fyri vaksin og børn.
Venjingarnar verða settar saman eftir aldri,
tørvi og avbjóðingum hjá tí einstaka, og torleikastigið í venjingunum hækkar
frá viku til viku.